H71-kvinnurnar vunnu seg í Europa Cup áttandapartsfinaluna

H71 tapti tepurt seinna dystin, men vann ein samlaðan áttamálssigur

Kvinnurnar hjá H71 eru fyrsta føroyska felagsliðið nakrantíð, ið vinnur seg í eina áttandapartsfinalu í einari evropeiskari kapping.

 

Tað bragdið bleiv staðfest tá H71 í kvøld tapti tepurt 29-31 fyri sveisisku bronsuvinnarunum, SPONO Eagles í Hoyvíkshøllini. H71 var á odda 14-11 í steðginum. H71 var á odda 36-26 frá fyrra dystinum ígjár, og tá steðgurin var í dag var samlaða støðan 50-37 til H71, og tí var skaðin ikki so stórur, at talan var um tepurt tap í seinna dystinum. H71 vann samlað 65-57 á SPONO Eagles, og fyri framman bíðar ein spennandi áttandapartsfinala.

 

Rannvá Olsen var toppskjútti hjá H71 við sjey málum, og um H71 trekkir ÍBV í áttandapartsfinalunum sleppur hon at spæla móti systrini, Ingibjørg Olsen. Tað hevði verið vorðið sum uppgerð.

 

H71-SPONO Eagles 29-31 (14-11) - H71 vinnur samlað 65-57.

 

Málskjúttar H71: Rannvá Olsen 7, Sára Jacobsen 3, Elsa Egholm 3, Maria H. Weyhe 3, Jana Mittún 2, Guðrið á Borg 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Bjørk Brimnes 2, Vár B. Zachariassen 2, Lív B. Zachariassen 1, Inga Maria Joensen 1, Lükka  Arge 1.

 

Toppskjúttar SPONO Eagles: Mia Emmenegger 6, Xenia Hodel 6, Kira Zumstein 6.