Kyndil hevur annað árið á rað vunnið seg í Faxe Kondi steypafinaluna. Hetta er greitt aftaná 24-27 tapið hjá Kyndli í seinnu hálvfinaluni ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Kyndil vann fyrru hálvfinaluna 32-26, og vann tí samlað 56-53. Hálvleiksstøðan í kvøld var 14-13 til H71. Eitt skiftið var H71 á odda 18-12, og var tá samlað víðari, men Kyndil vann seg innaftur í dystin, ikki minst við góðum málmansavriki hjá Lars Black.
Kyndil møtir Neistanum í finaluni. Neistin vann 27-21 á heimavølli í kvøld og samlað 52-26 á KÍF í hálvfinaluni.
Seinast Neistin og Kyndil møttust í finaluni hjá monnum var í 2010. Tá vann Neistin 31-27.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við roynda Kyndils-spælaran, Hjalta Mohr Jacobsen, ið tók nógv tøk fyri liðið í kvøld. Hjalti helt fyri, at tað var "pissifeitt" at sleppa at spæla eina Havnar-finalu ímóti Neistanum. Hjalti er eisini glaður vegna tey mongu sjálvbodnu sum gera eitt stórt arbeiði fyri Kyndil, at hann og liðfelagarnir kunnu løna teimum aftur.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen, ið heldur, at avrikið í kvøld hjá H71 var gott, serliga í seinna hálvleiki, men minni góða avrikið í fyrru hálvfinaluni kostaði í samlaða roknistykkinum.
4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við David Edvardsen hjá Kyndli, ið fegnast um at sleppa at spæla enn eina steypafinalu fyri Kyndil. David viðgongur, at tá H71 var frammanfyri við seks málum máttu hann og liðfelagarnir veruliga stríðast fyri at koma uppaftur.