H71-menn vunnu stórsteypið aftaná longda leiktíð

70 minuttir av hondbólti máttu til áðrenn stórsteypavinnarin hjá monnum var funnin

Savnsmynd

Savnsmynd

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá H71, tí bæði kvinnuliðið og mansliðið vunnu dystirnar um Lion´s bikarið, eisini kendir sum stórsteypadystirnir.

 

Verandi steypavinnari, H71 vann aftaná longda leiktíð 33-31 á verandi Føroyameistarunum, VÍF. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 28-28. Í steðginum var H71 á odda 14-13. H71 var á sigurskós tíðliga í seinna hálvleiki, men vestmenningar stríddu seg innaftur í dystin, men H71 átti munin í longdu leiktíðini. U19-landsliðsmálverjin hjá VÍF, Sasho Lacok stóð framúr væl, og var mettur at vera dagsins spælari.

 

Stórskjúttarnir og landsliðsspælararnir, Filip Jojic hjá VÍF og Peter Krogh hjá H71 skoraðu 13 mál hvør í dag.

 

VÍF-H71 31-33 (28-28 - 13-14)

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 13, Hallur Árason 7, Hanus Christophersen 4, Johan í Garðastovu 3, Heini á Heygum 1, Jón Joensen 1, Rúni Fossdal 1, Teitur R. Nielsen 1. 

 

Málskjúttar H71:  Peter Krogh 13, Sveinur Olafsson 5, Janus D. Djurhuus 4, Pætur Thomsen 4, Poul Símin í Garði 3, Rói E. á Skipagøtu 1, Bogi Hansen 1, Pauli Mittún 1, Djóni G. Joensen 1. 

 

Savnsmynd

Savnsmynd