Neistakvinnur skaptu eina trivaliga fjarstøðu til fimta plássið í SMS-deildini við at vinna 23-20 á H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var H71 á odda 10-9. Serliga avgerandi var løtan í seinna hálvleiki tá Neistin fór frá javnleiki 15-15 til eina 19-15 leiðslu.
H71-Neistin 20-23 (10-9)
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 9, Durita Toftum Joensen 3, Marita Mortensen 2, Eva Barba Arga 2, Sofie S. Larsen 2, Silja Sámalsdóttir 1 og Karin Holm Simonsen 1.
Neistin: Ingunn Kristina Persson 8, Stina Madsen 4, Sólbjørt Høj 3, Marjun F. Danberg 3, Fríða á Dunga 2, Rakul Magnussen 1, Gunnfríð Nólsoy 1 og Ana Blagojevic 1.
Inni á Skála vann VÍF 27-24 (12-10) á StÍF.
StÍF-VÍF 24-27 (10-12)
StÍF: Haruka Gima 8, Yuikaa Kurimoto 6, Karina Høgnesen 5, Mao Otani 3, Vár Poulsen 1 og Emmy Kass 1.
VÍF: Randi Virgarsdóttir 6, Durita C. Jojic 6, Ingibjørg Olsen 5, Agnas Olsen 4, Lise Marie Evensen 4 og Lív Ingdorsdóttir 2.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Brynju Høj hjá Neistanum, ið fegnast um sigurin, men ikki kennir á sær, at hon er á tí persónliga støðinum sum hon var á onnur kappingarár, men hon slær fast, at hon ætlar at koma á tað støðið aftaná nýggjár.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein vónbrotnan hjálparvenjara hjá H71, Hallur Danielsen sum er serliga vónbrotin um, at liðið ikki megnaði at fáa mál burturúr yvirtalsstøðunum.
4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Claus Rasmussen greina dystin.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 12 | 332 | 238 | 94 | 20 |
VÍF | 13 | 359 | 297 | 62 | 20 |
H71 | 13 | 354 | 299 | 55 | 16 |
NEISTIN | 13 | 322 | 283 | 39 | 16 |
STJØRNAN | 12 | 286 | 334 | -48 | 8 |
STÍF | 13 | 290 | 380 | -90 | 6 |
VB | 12 | 257 | 369 | -112 | 2 |