H71-Neistin 24-38 (10-18): Jólasteðgurin á muni

Hoyvíkingar fingu av at vita frá Neistanum, sum heilt eyðsæð hevur lagt nógv størri dent á jólavenjingina enn teir í árstalsfelagnum

Hondbóltur ? menn

Tað var ikki long tíð farin av dystinum í høllini á Hálsi, áðrenn tað stóð greitt, at her fór talan ikki at gerast um tann stóra spenningin.

Hóast spælbýtið kanska var so hampuliga javnt fyrsta korterið ella so, so stóð áskoðarin alla tíðina við varhuganum av, at hetta skuldi ikki verða nakar trupulleiki hjá Neistanum.

Misnýttu ov nógv
Hesa løtuna var tað fram um nakran annan Zeljko Jotic í neistamálinum, sum gjørdi munin á liðunum, men eitt spurnartekin eigur tó at setast við, um tað »bert« var stinna málverjaspælið, ella um tað ikki eisini var tann sannroynd, at skotroyndirnar hjá hoyvíkingum ikki vóru nóg neyvar. Fleiri ferðir vóru teir í fríari skotstøðu, men avslutningarnir vóru alt annað enn sannførandi, og tá seinastu tríggir fjórðingarnir av dystinum vóru lidnir, hevði tú kanska eisini varhugan av, at hetta kanska hekk saman við muninum í venjingarstøðuni.

Tað er jú soleiðis, at er venjingarstøðan í hæddini, so hava leikarar lættari við at halda hugsavnanina í avgerandi løtunum. Eisini eftir at kreftir eru nýttar til at rykkja seg leysan av verjuleikarum.

Venjingarstøðan
Hesin munur í venjingarstøðuni gjørdist alt meira sjónligur, sum dysturin leið.

Neistin setti kanska ikki meira ferð á, men teir hildu so alla tíðina fast, og ikki minst vóru teir nakað væl skjótari enn hoyvíkingarnir. Bæði tá rennast skuldi fram og aftur. Úrslitið var sjálvsagt tað, at meðan hoyvíkingar máttu stríðast við eina fullmannaða verju fyri mest sum hvørt mál, so fingu teir bláu hópin av kontramøguleikum, og onkrir av hesum í seinna hálvleiki vórðu misnýttir orsakað av berum fjanti og fjasi, so var hetta tó ríkiligt til at fella hoyvíkingarnar.

Meira enn nakað annað, so setti dysturin eitt stórt spurnartekin við, hvussu sunn jólafrítíðin er fyri ymsu liðini. Tað er í øllum førum torført at finna nakra aðra orsøk fyri, at hoyvíkingar í tveimum fylgjandi dystum við stórt sæð sama fólki kunnu spæla tveir somikið ymiskar dystir. Seinasta dystin undan steðginum spældu teir javnleik móti øðrum oddaliðnum, VÍF, og nú fyrsta dystin eftir steðgin vórðu teir meira ella minni úrlætnir av hinum oddaliðnum.

Líkjast favorittum
Tá hetta er sagt, so skal tó eisini leggjast afturat, at sum Neistin hevur spælt seinnu dystirnar, so líkist liðið alt meira einum favoritti til gullmerkini, tó at vestmenningar eisini hava eitt orð at siga hesum viðvíkjandi.

Álopsspælið hjá teimum bláu koyrir við alt størri ferð. Nýggju leikararnir gerast støðugt betri, og samspæið millum verju og málverja gerst eisini alsamt betri. Kanska er sjálv verjan ? saman við væntandi strikuspælinum - annars einasti veruligi trupulleikin á liðnum, men hetta er eitt sindur ilt at meta um, nú teir tykjast at eksperimentara við einari 3-2-1 verju.

Eksperimentir eru tó neyvan loyvd í komandi uppgávuni, tá útsetti toppdysturin frá grundspælinum skal avgerast í Vestmanna, og helst verður júst hesin dysturin eisini ein verulig ábending um, hvat av teimum báðum oddaliðunum fer at vera betri fyri, tá seinasti dysturin er lagdur aftur um bak.

Dysturin í tølum
H71-Neistin 24-38 (10-18)
Málskjúttar:
H71: Bjarni Wardum 7(1), Halgir Dahl Olesen 5, Finnur Hansson 3(2), Peter Rosbach 3, Hallur Danielsen 3, Janus M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 1