H71 sett seg á 2. plássið

Hondbóltur: Hoyvíkingar kunnu leggja seg á odda í 1. deild longu í annaðkvøld

H71 vann uttan stórvegis trupulleikar á StÍF leygardagin, og hoyvíkingar hava nú sett seg á silvurplássið. Og longu í annaðkvøld kunnu teir ota seg eitt pláss longur upp, tí tá spæla teir í Havn móti KÍF. Um hoyvíkingar vinna tann dystin, yvirhála teir Kyndil á fremsta plássinum.

Tað gekk javnt á í byrjanini av dystinum móti StÍF, men seinastu átta minuttirnar av fyrra hálvleiki fór H71 frá 11-10 upp á 19-12. StÍF hevur fingið Agnar Højgaard at spæla aftur, og leygardagin var John Petersen so eisini við fyri fyrstu ferð í ár. Men tað var ikki nóg mikið móti einum væl upplagdum H71-liði, har venjarin Hans Guðmundsson enn einaferð gekk undan í málskjótingini.

Strandingar vóru væl fyri um hesa tíðina fyri einum ári síðani, men tað er nógv eftir, áðrenn teir koma upp á sama støði, sum teir vóru seinasta kappingarár.

Serliga í seinna hálvleiki gekk illa hjá StÍF. Vongspæl var lítið og einki av, og í miðverjuni hevur H71 stórar menn sum Halgir Dal Olesen og Olaf Vestergaard. Halgir var óheppin í seinna hálvleiki, tá hann fekk skaða í fótin. Hann gekk á høkjum sunnudagin og verður tí neyvan við í annaðkvøld móti KÍF, men hann verður helst klárur aftur til dystin móti Neistanum um eina viku.

H71 hevur tveir góðar málverjar at velja ímillum, og hesaferð var tað John Heri Dam, sum hevði ein sera góðan dag. Í seinna hálvleiki tók hann eina rúgvu, og hvørki Artur Johansen ella John Petersen fingu gongd á málskjótingina. Tá H71 hevur eina sterka verju og tveir góðar málverjar, verður tað sera torført at skora móti teimum, og tað máttu strandingar ásanna leygardagin.

Besti maður hjá teimum var Alexandur Johansen, men felags fyri allar á liðnum er, at teir kunnu spæla betur enn teir gjørdu hetta vikuskiftið.

Í seinna hálvleiki fóru strandingar at mansverja bæði Hans Guðmundsson (Alexandur Johansen) og Jákup Símun Simonsen (Agnar Højgaard), sum eru vandamiklastu málskjúttarnir hjá H71, men tað gav gott pláss til hinar, og serliga Hallur Danielsen og Bárður Brimvík gjørdu góða nyttu av holunum í StÍF-verjuni.

Munurin var sjey mál í hálvleikinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá tað gjørdist greitt, at StÍF ikki megnaði at minka um munin, var vinnarin funnin.

StÍF hevur bert fingið tvey stig burtur úr sínum fyrstu fýra dystum. Einasti sigur var stórsigurin á KÍF (StÍF hevur framvegis positivan málmun), men annars hava teir tapt móti VÍF, Neistanum og nú eisini H71. Næsta uppgáva hjá strandingum verður grannadysturin móti Tjaldrinum komandi sunnukvøld. Tann dysturin er annars fluttur frá at vera heimadystur hjá Tjaldrinum til Skála, tí sølustevna er í høllini í Runavík komandi vikuskifti.

H71 hevur bert tapt ein dyst ? móti Kyndli ? og eru saman við Kyndli og VÍF bestu boð upp á ein føroyameistara. Áhugavert er tí at síggja, hvussu dystirnir millum tvey av hesum trimum ganga. Higartil hevur Kyndil fingið fýra stig burtur úr hesum uppgerðunum, H71 hevur fingið tvey, meðan VÍF hevur tapt móti báðum teimum ovastu høvuðsstaðarliðunum.