H71 smurdi Neistan av

Við 30-18-sigri á Neistanum er H71 nú oddalið saman við VÍF.

Tað var grannauppgerð á Høllini á Hálsi í kvøld, har Neistin fekk vitjan av H71. Við einum sigri kundi H71 leggja seg undir liðina á VÍF á ovastu rók í Atlantic Airways-deildini, og samstundis sum Neistin eisini hevði møguleikan at halda samband við oddastríðið, so var hetta ein dystur, har nógv stóð upp á spæl.


Tað sást frá fyrsta bríksli, har menn als ikki spardu seg og borgaðu fyri einum sonnum mannfólkadysti. H71 vann sær skjótt eina tepra leiðslu, sum teir bygdu væl upp á tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Frá at hava verið á odda við fimm málum, so eydnaðist tað Neistanum at minka til 9-11 áðrenn H71 fekk seinasta orðið í fyrra hálvleiki og slapp til hálvleiks á odda 9-12.


Nevnivert var tað, at nýggi leikarin hjá Neistanum, avstralski landsliðsleikarin, Tommy Russel Fletcher, fekk reytt kort longu í 18. minutti fyri harðrenda takkling.


Í seinna hálvleiki dýkti H71 á, og eftir 10 minuttum var H71 á odda 12-18. Tað var serliga ein væl spælandi Ári E. Dam í H71-málinum, sum legði lunnar undir stóru leiðsluna. Neistin hevði trupult við at spæla seg upp til góðar skotstøður, og tá ið tað samstundis koyrdi væl hjá H71-álopinum, so øktist munurin bara so líðandi og H71 vann at enda dystin 18-30.


H71 hevur nú lagt seg undir liðina á VÍF á fremta plássi. Tey bæði liðini hava 10 stig í part. VÍF hevur tó leikt ein dyst færri og hevur møguleikan aftur at leggja seg einsamalt á odda sunnudagin, tá ið StÍF kemur á vitjan í Vestmanna.