A-landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, kemur aftur til H71. Eftir at hava spælt í hálvt ár í franska felganum Cherbourg hevur Pauli valt at siga upp sáttmálan, boðar H71 frá.
Støðan í franska felagnum hevur seinastu tíðina verið ónøktandi. Spælarar eru farnir eins og nógv skift í venjaratoyminum. Alt í alt var støðan ikki nøktandi og tí metti Pauli at hann fekk betur umstøður at menna seg í H71 eina tíð. Hann ætlar sær tó av landinum aftur seinni, verður sagt úr Hoyvík.
H71 liggur í løtuni á triðja plássi í landskappingini.
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 11 | 327 | 295 | 32 | 19 |
KÍF | 11 | 325 | 303 | 22 | 16 |
H71 | 11 | 309 | 296 | 13 | 13 |
NEISTIN | 12 | 325 | 346 | -21 | 11 |
TEAM KLAKSVÍK | 11 | 291 | 299 | -8 | 10 |
STÍF | 12 | 360 | 355 | 5 | 9 |
KYNDIL | 12 | 298 | 341 | -43 | 2 |