H71 úti av Coca-Cola kappingini

Dysturin var sera javnur og spennandi allar 60 minuttirnar. Liðini skiftust at liggja omaná, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 7-6 til KÍF, hálvleiksstøðan var 14-15 til H71.

 

Sama gjørdi seg galdandi í seinna hálvleiki, tá 15 min. vóru farnir, var støðan 23-21 til KÍF, tá sá út til at KÍF fór at draga frá H71, men hoyvíksingar vildu ikki sleppa, tá 17 min. vóru leiktir, var aftur javnleikur 23-23. Teir seinastu 7 min. vórðu sera spennandi fyri áskoðararnar, í løtum rótutir og merktir av nervum. Úrslitið gjørdist at KÍF vann 30-29.

 

Hjá KÍF leikti Jákup Trygvason ein sera góðan dyst, eisini slapp ungi málmáðurin Emil Dam at royna seg, hann kom sera væl frá uppgávuni.

 

Hjá H71 leikti Poul Kjartan Dam ein sera góðan dyst.

 

Hjá KÍF leiktu: Emil Dam, Óli Chr. Djurhuus, Andrias Nielsen (2), Rógvi Weihe (1), Arnbjørn Hansen (7), Regin Petersen (2), Niclas Reginsson (2), Damir Oros (8), Tony Weihe, Teitur Joensen (2), Jákup Trygvason (5), og Ási Dam (1). Venjarar: Kári Mortensen og Kári Durhuus.

 

Hjá H71 leiktu: Levi Nybo, Jens á Skipagøtu, Esbern Patursson (3), Bárður Brimvík (1), Janus Sørensen (5), Bjarni Sørensen, Gunnar Bláberg (1), Danny Syhler (5), Regin Joensen (4), Hans Kári Hansen, Poul Kjartan Dam (5), Johnny Durhuus (1) og Dánjal Tórgarð (4). Venjarar: Kári Nielsen og Birgir Hansen.

 

Dómarar vóru: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum komu væl frá uppgávuni.