Eftir dystin í Faxe Kondi-kappingini í gjár ímillum Neistan og H71 2, ið Neistin vann tepurt 22-21, mótmælti H71 endaliga úrslitinum orsakað av einari støðu í endanum av dystinum, har hoyvíkingar kendu seg burturdømdar.
Les eisini: Hoyvíkingar mótmæla
Burturúr einum slíkum mótmæli kann kærandi liðið sum mest fáa ein umdyst burturúr mótmælinum. Tað verður tó ongin umdystur spældur ímillum Neistan og teir næstbestu hjá H71, tí H71 hevur tikið mótmælið aftur.
Tað kunnger venjarin hjá H71 2, Sonni Larsen, í drúgvari viðmerking á Facebook.
- Við atliti til Neistan og sjálva steypakappingina eru vit í H71 ikki áhugað í einum umdysti, og tískil hava vit tikið mótmælið aftur. Tað skal tó sigast, at vit løgdu ikki eitt mótmæli fyri at hanga dómararnar út, tí dómararnir eru nóg góðir. Havast skal í huga, at eitt mótmæli skal leggjast í stundini fyri at vera galdandi eftir dystin, skrivar Sonni Larsen millum annað.
Sonni Larsen leggur afturat, at hann ynskir neistamonnum til lukku við sigrinum, men hann er sera errin av avrikinum hjá sínum egnu leikarum, sum til dagliga spæla í 1. deild, ið vóru um reppið at taka stig frá einum liði í FTZ-deildini.
At úrslitið stendur við, at lagt er upp til eina sanna bólkafinalu í bólki 1 í Faxe Kondi-kappingini mikukvøldið, har KÍF tekur ímóti Neistanum í Kollafirði. Vinnarin av hesum dystinum spælir seg víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini.