info
Ongi úrslit

H71 til Ukraina: Bíða eftir boðum úr hægri stað

Kvinnuliðið hjá H71 er í Póllandi í kvøld, har tey bíða eftir at flúgva til Ukraina í morgin klokkan 11:30.

Eirikur Lindenskov
11. februar 2022 kl. 22:11

H71 er komið víðari í fjórðingsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, sum fyrsta føroyska lið nakrantíð. Tær eru tí á veg til Ukraina, har tær skulu spæla ímóti HC Galychanka Lviv sunnudagin.
Tað hevur verið ivasamt, um tað fór at bera til at spæla dystin, tí vandi er fyri kríggi. Russland hevur stór herlið sínu megin markið, og tí er vandi stórur fyri kríggi.
Men evropiska hondbóltssambandið, EFH, hevur hildið uppá, at dysturin skal spælast, og at trygt er at spæla. Men nú dregur saman um, tí fleiri lond, teirra millum USA og Danmark, heita nú á sínar ríkisborgarar um at fara úr landinum sum skjótast.
Og tað kann ávirka dystin hjá H71 kvinnunum. Sum kunnugt eru í kvøld komin boð frá danska uttanríkisráðnum, har heitt verður á allar danskar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina.
Hallur Danielsen, sum er ein av leiðarunum, sum eru við H71 liðnum á ferðini sigur, at tey fara bara til Ukraina, um tað er forsvarlig.
Men hann vísir á, at tað er nevndin í H71, sum eigur avgerðina, um tey skulu fara ella ikki.
Anna Dam er forkvinna í H71:
– Vit hava vent okkum til EHF (altjóða hondbóltssambandið, red.) og greitt frá, at tilmælini frá danska uttanríkisráðnum eru herd og spurt, um EHF enn halda fast um, at vit skulu spæla í LVIV. Ferðalagið er í Póllandi og skal eftir ætlan ferðast víðari í morgin, og vit frætta frá teimum áðrenn ætlaðu ferðina víðari, sigur Anna Dam, sum er forkvinna í H71.
Tí er enn ógreitt, um H71 kvinnurnar fara til Ukraina í morgin klokkan 11:30, og um dysturin í heila tikið verður spældur.
 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

4 minuttir síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

7 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

8 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

9 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

9 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

9 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

10 tímar síðan