H71 vann í Serbia

Maria Halsdóttir Weyhe skoraði 15 mál, tá ið tað endaði við teprum sigri, eftir at tær úr Hoyvík eina løtu vóru frammanfyri við seks málum

Tað er lagt upp til stóran spenning og hugaligan dyst, tá ið H71 kvinnurnar leygardagin klokkan 14 fara at spæla á heimavølli ímóti Naisa úr Serbia.

 

H71 kvinnurnar rigga nú til at ferðast heim úr Serbia. Í viðførinum hava tær tvey stig eftir 39 – 38 sigur á útivølli.

 

Heilt stóri spælarin hjá H71 var Maria Halsdóttir Weyhe, sum skoraði 15 av teimum 39 málunum. Hon umsetti fimm brotskøst til mál, og annars tóktist tað vera heilt lætt hjá henni mitt fyri at finta seg ígjøgnum og skora.

 

At vinna áttandapartfinalu í Serbia er flott úrslit. Men tað er einki at ivast í, at tær í H71 iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna trivaligari sigur. Tí tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, var H71 frammanfyri við seks málum. Tá høvdu tær síðani steðgin økt um leiðsluna við tveimum málum, tí hálvleiksstøðan var 22 – 18.

 

-Vit vónaðu, at tað var spenningur undan heimadystinum hjá okkum, sum verður leygardagin. Vit vunnu við einum máli, og eg hevði verið eitt skarn, um eg ikki var nøgdur at vinna við einum máli í Serbia, er viðmerkingin hjá Inga Olsen, venjara hjá H71, í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal frá trok.fo í sending á midlar.fo.

 

Og Ingi Olsen heldur fram:

 

-At skjóta 39 mál á útivølli boðar frá, at álopsspælið var gott. At tað fóru 38 mál ígjøgnum sigur okkum, at verjuspælið var ikki eins gott og álopsspælið. Tað eru fáar venjingar undan heimadystinum, og tær fara vit at brúka at venja verjuspæl. Nú hava tær í serbiska liðnum sæð, hvussu vit spæla, og so fáa vit at síggja, hvussu tær fara at spæla í høllini á Hálsi, sigur Ingi Olsen.

 

 

 

Naisa – H71 38 – 39 (18 – 22)

 

H71: Rúna Jógvansdóttir Larsen, Alda av Skarði, Maria Halsdóttir Weyhe 15, Jana Mittún 8, Brynhild Pálsdóttir 6, Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Sara Jacobsen 1, Elsa Egholm 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Bjørk Brimnes, Karina Eysturtún Rubeksen, Eva Barba Arge 1, Rannvá Olsen, Guðrið Bogadóttir á Borg 2, Lukka Arge

 

Venjari: Ingi Olsen

 

Hjálparvenjarar: Mark Laursen Marcher, Sebastian Christensen og Jens á Skipagøtu