H71 vann í Kollafirði

Hoyvíkingar vunnu fyrstu FM-finaluna ímóti kollfirðingum, tá teir í høllini í Kollafirði vunnu við einum máli, 21-20, eftir at tað var KÍF, sum var á odda 10-9 í hálvleikinum.

 

Dysturin í Kollafirði millum KÍF og H71 bylgjaði aftur og fram í fyrra hálvleiki, so liðini líkasum skiftust um at eiga hvør sín part av honum. H71 byrjaði nógv betri og kom beinanvegin á odda 4-1, og næstu løtuna hildu hoyvíkingar rímiliga fast og vóru eisini á odda 6-3.

 

So kom KÍF munandi betur við og vann sær yvirvág seinna partin av fyrra hálvleiki, so tað var KÍF, sum var á odda við einum máli í hálvleikssteðginum, 10-9. Spælið var kontant við nógvum útvísingum, har KÍF átti bróðurpartin. Fleiri brotskøst vóru eisini.

 

Spælið var javnari í seinna hálvleiki, har KÍF helt munin fyrstu løtuna, men so fekk H71 vunnið seg framum aftur og var bæði tvey og trý mál á odda. Men tá avgerandi málini skuldu setast inn, vardi Emil Dam málið hjá KÍF sera væl, so spenningurin helt sær til tað síðsta.

 

Endin gjørdist dramatiskur, tí ein lítlan minutt fyri tíð var H71 á odda 20-19, og Bogdan Florea smekkaði á stongina. KÍF kundi fara í álop, og tá eydnaðist Niclas Selvig at skora til 20-20, við bara 10 sekundum eftir. Men í allarsíðstu sekundunum skoraði Dánjal Tórgarð fyri H71 til endaliga úrslitið 21-20.

 

Hetta eru ikki tvey lið, sum eru von at vinna føroyameistaraheiti í manshondbólti, tí meðan H71 bara hevur vunnið ta einu ferðina, í 2009, eigur 70 ára gamla KÍF framvegis sítt fyrsta føroyameistaraheiti á. Nú hevur H71 so ein fyrimun undan øðrum dystinum, sum verður í Hoyvíkshøllini leygardagin klokkan 17.