H71 vann á Neistanum

Tað gjørdist ikki nøkur endurtøka av spennandi steypadystinum millum feløgini í kvøld. H71 var greitt omaná og vann 31-25 á Neistinum.

 

Fyrri hálvleikur kann deilast upp í tríggjar partar. 1. partur, har H71 kom best frá byrjan og var eitt skifti á odda 6-2. 2. partur, har Neisitin arbeiddi seg inn í aftur dyst til bara eitt mál var á muni. Og 3. partur, har H71 hevði sína bestu løtu og skoraði níggju mál, meðan Neistin bara fekk eitt mál. Fyri H71 tóktust Bogdan Florea og Rúni Højgaard væl upplagdir.

 

Í seinna hálvleiki valdi Petur Mittún, venjari hjá H71, at skifta fleiri spælarar út, meðan yngri og meiri óroyndir spælarar fingu møguleikan. Hetta var helst ein av orsøkunum til, at Neistin var omaná í í seinna hálvleiki. Munurin var tó allatíð eini fimm mál, og tí var ongantíð spenningur um hvør fór at vinna.

 

Atlantic Airways deildin:

H71 – Neistin 31-25 (20-11)

H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ári J. Olsen 4, Hallur Biskopstø 3, Rógvi Sørensen 3, Niels Viggo Niclasen 2, Andor Sivertsen 2, Hanus Norðberg 1, Høgni Olafson 1, Sigmundur Nolsøe 1, Tróndur Arge 1

 

Neistin: Torstein Balle 6, Beinur Davidsen 4, Grímur Petersen 4, Jugoslav Djumic 3, Terji Mørk 3, Andras Joensen 2, Rógvi Nolsøe 1, Rói Hansen 1, Kristian Dulavík 1,