H71 vann nervakríggið

Nervar darvaðu spælinum í samfullar 45 minuttir á Skála í gjár. Men so slepti H71 bremsuni og rann StÍF um koll

StÍF-H71 18-26 (9-9):

Tað loysti seg at sleppa bremsuni seinastu løtuna.
Tað er greiða niðurstøðan, nú H71, sum hevur verið í tungum sjógvi seinastu vikurnar, eru farnir undir seinastu royndina at sleppa í FM-finaluna. Hoyvíkingar vunnu í gjár við 26-18 á útivølli móti StÍF.
Men í samfullar 50 minuttir var tað ikki serliga áskoðaravinarligt. Liðini løgdu líka í, um áskoðararnir sótu við afturlatnum eygum. Leikferðin var lág og málini vóru fá. Sum heild var hondbóltsdysturin vánaligur.
Orsøkin er fyrst og fremst, at øll stig hava stóran týdning í løtuni. Tí valdu liðini at vera sera ansin í sínum spæli. Hóast bæði strandingar og hoyvíkingar vóru til dystin fús, vóru eingin tekin um tað í spælinum. Mongu nærdystirnir seinkaðu spælinum og einstaklingarnir vístu einki dirvi at brúka hugflogið. Óttin at tapa var av sonnum størri enn viljin at vinna.
Liðini fylgdust undan hvíldini. Gestirnir úr Hoyvík vóru omaná allatíðina, men seinastu løtuna vórðu teir meira frísinnaðir í sínum spæli og runnu heimaliðið um koll. Tað gav av sonnum úrslit. H71 vann 26-18.
StÍF og H71 eru trý stig frá finaluplássinum í løtuni. Fýra stig eru eftir at spæla um. Á pappírinum hava strandingar torførastu uppgávuna. Teir skulu tvær ferðir til høvuðsstaðin at spæla móti Neistanum og Kyndil. Komandi uppgávurnar hjá H71 eru Kyndil og KÍF á heimavølli. Bæði liðini hava tørv á fýra stigum, samstundis sum VÍF skal tapa báðar, um annaðhvørt StÍF ella H71 skal í finaluna.