H71 vann samanlagt 78-53 á Cair Skopje

Hoyvíkskvinnur kundu spæla uttan nervar í seinna dystinum, og so bleiv sigurin nakað minni enn ígjár

Maria H. Weyhe skoraði 10 mál í dag (Savnsmynd)

Maria H. Weyhe skoraði 10 mál í dag (Savnsmynd)

H71-kvinnur gjørdu arbeiðið mest sum liðugt ígjár, tá tær vunnu heili 43-26 á Cair Skopje úr Makedonia í útidystinum í Europa Cup kappingini.

 

Tí ráddi bara um at halda stásið við líka í heimadystinum í dag, ið eisini var spældur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Tað gjørdist ikki líka sannførandi sum ígjár, men hoyvíkskvinnur vunnu 35-27. Í steðginum var H71 á odda 18-12. Tíðliga í seinna hálvleiki var bert eitt mál á muni áðrenn H71 dróg frá Cair Skopje aftur.

 

H71 vann sostatt ein samlaðan sigur á 78-53 á Cair Skopje. Lutakast verður í komandi viku um hvat lið H71 fer at møta í øðrum umfari.

 

H71-Cair Skopje 35-27 (18-12) - Samanlagdur 78-53 sigur til H71

 

Málskjúttar H71:  Maria H. Weyhe 10, Elsa Egholm 7, Lív B. Zachariassen 4, Inga Maria Joensen 3, Sára Jacobsen 2, Jana Mittún 2, Eva Barba Arge 2, Bjørk Brimnes 1, Rannvá Olsen 1, Karina Rubeksen 1, Brynhild Pállsdóttir 1, Guðrið á Borg 1. 

 

Maria H. Weyhe skoraði 10 mál í dag (Savnsmynd)

Maria H. Weyhe skoraði 10 mál í dag (Savnsmynd)