H71 vann tepra finalu

Dreingir 12 hjá H71 fingu felagi sínum fyrsta steypasigurin

Dreingir 12

H71 - Kyndil 17-16 (10-7)

 

Hjá dreingjum 12 stóð steypafinalan millum H71 og Kyndil.

Kyndil hevði frammanundan vunnið eitt steyp hetta vikuskiftið, við kvinnum í gjár, meðan H71 framvegis leitaði eftir sínum fyrsta.

 

Tað sást á fjøldini at áhugin fyri hesum dysti var stórur, og hildið verður eisini at hesin árgangur hevur nakrar sera spennandi leikarar.

 

Dysturin byrjaði kortini ikki við stórum spenningi, hóast gott hondbóltsspæl. H71 rann undan fyrstu løtuna, men kyndilsdreingir fótaðu sær nakað og kundu vera rímiliga nøgdir við at munurin í hálvleikinum bert var trý mál. Hann gjørdist eisini tvey mál stutt inni í seinna hálvleiki.

 

 

Hesin munurin helt sær fyri tað mesta, men við góðum fýra minuttum eftir minkaði Kyndil um munin niður í eitt mál.

Nógv riggaði hjá Kyndli hesa løtuna, og millum annað var eitt brotskast bjargað, men eftir eina útvísing gjørdist seinasta løtan trupul.

 

H71 økti upp í tvey mál, men Kyndil fekk eina vón, tá ið ein mótstøðumaður eisini var vóstur av vølli. Kyndil gagnnýtti tó ikki hetta, og tíðin fór at renna undan.  Endin var at H71 vann spennandi steypafinaluna 17-16