H71 vann á VÍF og skapti spenning í kappingina

Hondbóltur: Við sterkum verjuspælið sum grundarlagi megnaðu hoyvíkingar heldur óvæntað at basa føroyameistarunum úr VÍF

Í fyrsta umfari av hondbóltskappingini, sum varð spælt næstseinasta vikuskiftið, tapti H71 tepurt móti Kyndli. Ta ferðina skeyt spælandi venjarin Hans Guðmundsson 17 av málunum hjá H71, sum tapti 23-24.

Men sunnudagin móti føroyameistarunum VÍF vístu hoyvíkingar, at tað ikki bert er venjarin, sum dugir. H71 vann 25-23, og sigurin var uppiborin, hóast vestmenningar kunnu spæla betur, enn teir gjørdu sunnudagin.

Hans Guðmundsson skeyt tíggju mál, men hesaferð var ikki so langt niður til næsta mann á málskjúttaralistanum (Jákup Símun Simonsen, ið ikki var á vøllinum móti Kyndli), sum fekk seks mál.

H71 legði hart út, og tá fimm minuttir vóru spældir, høvdu teir longu lagt seg á odda 5-0. Tað var serliga verjan hjá heimaliðnum, sum stóð sera sterk hesar fyrstu løturnar av dystinum. Tvær ferðir upp í slag megnaði Halgir Dal Olesen at blokera skotum frá Sámali Joensen, og eftir tað hevði H71-maðurin sálarligu yvirvágina teirra millum. Okkurt mátti gerast, og við støðuni 5-0 tók VÍF time-out. Sámal og Áki Olsen býttu um pláss, og so fór at ganga betur hjá vestmenningum, sum einki høvdu at siga fyrstu fimm minuttirnar.

Tað gekk eisini hart fyri seg hesa løtuna, liðini góvu seg 100 prosent, og dómararnir løgdu eina harða linju frá byrjan ? og teir hildu hana. Tað lá eisini í luftini mestsum frá byrjan, at onkur ikki fór at sleppa at spæla allan dystin, og tað vísti seg eisini, at ein frá hvørjum parti mátti leggja frá sær, áðrenn dysturin var liðugur.

Vestmenningar komu í gongd, og so líðandi ótu teir seg inn á H71 aftur. Men harða linjan hevði við sær, at eitt nú spælandi venjarin Daniel Rapa varð útvístur tvær ferðir fyrstu tjúgu minuttirnar. Sostatt noyddist venjarin at ansa sær, og tað gjørdi kanska eisini, at hann ikki var so eyðsýndur, sum hann fyrr hevur verið og fer at verða seinni í ár.

Men einki skal takast frá verjuspælinum hjá H71, sum var fyrimyndarligt. VÍF-spælararnir gjørdust alt meira ráðaleysir, og hoyvíkingar hildu fast um fyrimunin, teir høvdu vunnið sær við góðu byrjanini fyrstu fimm minuttirnar.

Hans Guðmundsson var sum altíð sentralur, men eisini Jákup Símun Simonsen spældi væl úti á vonginum, har John Zachariasen hevði sera trupult við at halda honum. Jákup Símun skeyt seks mál og fekk fleiri brotskøst og vísti, at H71 hevur fleiri streingir at spæla upp á enn bert mannin, sum skeyt 17 mál móti Kyndli næstseinasta sunnudag.

Og so slepst heldur ikki undan at nevna menn sum Halgir Dal Olesen og Olaf Vestergaard, sum spældu ein branddyst í verjuni, og tað var í verjuni, at H71 í roynd og veru vann dystin. Sterku skjúttarnir hjá vestmenningum ? Áki Olsen og Sámal Joensen ? fingu lítið burturúr, og tá teir ikki koma í gongd, er VÍF-liðið skert.

Tá seinni hálvleikur var seks minuttir gamal, fekk Bárður Brimvík hjá H71 beinleiðis reytt kort, tá hann tók í ein VÍF-spælara í fullari ferð á veg fram. Um dómaralinjan frá fyrra hálvleiki skuldi haldast, var reyða kortið eisini einasta loysn, og sostatt fekk H71 sítt fjórða reyða kort í tveimum dystum. Hesin munurin varð kortini javnaður út longu fimm minuttir seinni, tá Áki G. Olsen varð vístur út fyri triðju ferð. Tað merkir sum kunnugt eisini reytt kort, og so var dysturin liðugur fyri hansara viðkomandi.


Spennandi síðstu løtuna

VÍF trýsti og minkaði munin niður í eitt mál (ikki minst takkað verið sera góðum málmansspælið frá Bárði Nielsen), men nærri komu teir ikki, og munurin vaks aftur.

H71 helt leiðsluna heilt fram til endan, og sostatt kom VÍF ongantíð framum. Men seinastu minuttirnir gjørdust sera spennandi, tá hoyvíkingar fingu tvær útvísingar mestsum í senn og tí eitt skifti spældu við fýra útispælarum móti teimum seks hjá VÍF.

Tað var ikki fyrr enn tá, at vestmenningar knappliga fóru at skunda sær. Fram til tá høvdu teir tikið sær góða tíð til at seta dystin í gongd aftur, men nú var tað, sum um teir knappliga sóu álvaran í støðuni. VÍF fekk eisini minkað um munin úr 24-21 til 24-23, og so var spenningurin í hæddini.

Men tá Hans Guðmundsson skoraði til 25-23, tá tveir minuttir vóru eftir, fór seinasta gassið úr VÍF-ballónini.

H71 vísti, at tað ber til at vinna á VÍF ? meir enn so ? og sunnudagin gjørdu teir alt rætt. Vestmenningar fóru heim aftur við ongum. Teir vóru ongantíð á odda í dystinum og fingu ikki so mikið sum eitt brotskast (eitt gott dømi um góða verjuspælið hjá hoyvíkingum).

Tvey umfør eru spæld, og kappingin er longu víðopin. Kyndil og Neistin hava fult stigatal, men enn eru nógvir dystir eftir at spæla, og við dystinum sunnudagin í huga kann alt henda.


H71-VÍF 25-23 (14-12)

H71: Hans Guðmundsson 10 (4), Jákup Símun Simonsen 6, Petur Martin Poulsen 3, Bárður Brimvík 2, Annfinn N. Debess 2, Halgir D. Olesen 2.

VÍF: Áki Olsen 8, Sámal Joensen 5, Hjalmar Klein Olsen 3, John Zachariasen 3, Daniel Rapa 2, Oyvindur Brimnes 1, Rógvi Nielsen 1.

Útvísingar: H71 4, VÍF 7.

Reyð kort: H71 1, VÍF 1.