H71 við í oddastríðnum

Hoyvíkingar góvu klaksvíkingum bank, og nú er H71 veruliga partur av finalustríðnum

H71 ger sítt fyri at skapa spenning í bestu mansdeildini í hondbólti.

 

Seinastu vikurnar hevur H71 støðugt otað seg nærri og nærri Kyndli, og nú eru teir ájavnir grønu grannunum.

 

Hesum syrgdi H71 fyri við tryggum sigri á Team Klaksvík í kvøld.

 

Klaksvíkingarnir eru niðasta liðið í deildini, og móti væl koyrandi hoyvíkingunum megnaðu teir ongan tíð at skapa nakran stórvegis spenning.

 

Rúni Højgaard skeyt átta mál fyri H71, meðan Bogdan Florea skeyt sjey av málunum hjá gestunum.

 

Við sigrinum hevur H71 nú 23 stig, og tað er tað sama sum Kyndil. VÍF er á odda við 26 stigum.

 

H71-Team Klaksvík 37-16 (19-9)