H71 vil hava nýggjan dyst

Tvær hendingar kring dømingina av dystinum millum Neistan og H71 hava við sær, at hoyvíkingar nú vilja hava nýggjan dyst

Hondbóltur

Við einum máli í seinasta sekundinum vann Neistin dystin móti H71 seinasta sunnudag. Tann dysturin gav tvey harðliga tiltrongd stig, soleiðis at Neistin nú framhaldandi er við í finalustríðnum, meðan hoyvíkingar søgdu endaliga farvæl til sama stríð.
Men tað er nú kanska ikki heilt so vist kortini. Hoyvíkingar hava nevnliga kært tvær hendingar undir dystinum, og kravið frá teimum er, at felagið fær nýggjan dyst.
- Í fyrra lagi snýr tað seg um eina hending í seinna hálvleiki. Neistin er í álopi, men missir bóltin. Okkara menn fara í skjótálop, men tá ýlir klokkan hjá dómaraborðinum. Hetta tí eitt harpiks-lok var á vøllinum, og dómaraborðið vildi hava hetta burtur.
- Her halda vit tað var skeivt av dómaraborðinum at steðga dystinum, tí hatta lokið hevði onga ávirkan á trygdina hjá spælarunum ella á dystin. Hartil er tað okkara fatan, at dómararnir áttu at byrja dystin við brotskasti til okkara menn, sum jú mistu ein upplagdan málmøguleika, sigur Sunneva Jacobsen, forkvinna í H71.
Hartil hevur H71 kært hendingina, tá Neistin skoraði seinasta málið.
- Tá dómararnir markera fyri, at tíðin skal steðgast, vísir klokkan 29.59, men tá fríkastið skal takast, hevur Neistin fingið eitt sekund eyka. Hetta hevur sera avgerandi ávirkan á dystin, og vit duga ikki at síggja, hví hetta varð gjørt.
- Tað er okkara áskoðan, at báðar hendingarnar hava sera avgerandi ávirkan á dystin, og tí hava vit kært, sigur Sunneva.
Kæran varð send Hondbóltssambandinum seinnapartin í gjár, og nú verður tað so upp til Kappingarnevndina at gera, hvat víðari skal henda í málinum.