Håkan: Albania er øðrvísi enn hini

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin heldur, at Albania hevur nakar øðrvísi eginleikar enn hini liðini í bólkinum

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Håkan Ericson, landsliðsvenjari

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing í ár. Hon var á altjóða leikvøllinum hjá Albania. Undan dystinum var tíðindafundur, har Håkan Ericson og Viljormur Davidsen vóru. Landsliðsvenjarin heldur, at Albania brýtur frá hinum liðunum í bólkinum.

 

- Albanska landsliðið líkist frá hinum liðunum í bólkinum. Albania spælir við høgrum trýsti og hevur skorað 12 mál, men hevur bara eitt væntað mál á fimm. Teir hava skorað nøkur framúr langskot og tað skulu vit fyrihalda okkum til, sigur Håkan Ericson.

 

Hann bleiv spurdur hvussu føroysku spælararnir fóru at takla stemningin, nú lagt er upp til eina veitslu, tí Albania hevur vunnið seg víðari. Og so hvussu føroyska liðið kann koma til fleir kjansir.

 

- Vit arbeiða við at brúka bakrúmið hjá teimum, tá Albania kemur við einum høgum trýsti. Vit arbeiða eisini við at hava bóltin meira, so vit náa at fáa fólk framvið. Klára at halda upp á bóltin klára vit at fáa tveir ella tríggjar spælarar í brotsteigin til innleggini. Hetta verður ein spennandi dystur fyri okkunum við umstøðunum í huga, sigur Håkan Ericson.

 

Lansliðsvenjarin ynskti eisini Albania til lukku við EM-endaspælsluttøkuni. EM-undankappingardysturin millum Albania og Føroyar verður klokkan 19.46 í annaðkvøld.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Håkan Ericson, landsliðsvenjari