Eingin ivi er um, at avrikið ímóti Danmark á Tórsvølli í kvøld var tað besta, sum føroyska landsliðið hevur víst, síðani Håkan Ericson tók við sum landsliðsvenjari, og avrikið hevur neyvan verið soltnari, enn tað var mikukvøldið, tá ið tað endaði við 4-0 tapi ímóti Ísrael.
Sveiggið var øgiligt frá mikukvøldið og til í kvøld, og tað var týðuligt, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, at venjarin var lættur, tá ið hann rósti spælarunum, og samstundis iðraði hann seg øgiligt um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig.
-Áskoðararnir vóru framúr. Teir bóru okkum fram, og teir hjálptu okkum at vera á veg ímóti stóra úrslitinum, sum vit høvdu kós ímóti, inntil tað restaðu fimm minuttir, segði Håkan Ericson Róland Waag Dam í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
UEFA hevur ásett, at tað bara er danska Kanal 5 og sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya, sum í kvøld sleppur at hava samrøður við spælararnar.