Håkan misti toskin í allarsíðstu løtu

Føroysku landsliðsspælararnir hava í dag verið á floti. Millum annað misti landsliðsvenjarin á stokkinum

Føroysku landsliðsspælararnir hava í dag verið á floti. Fríggjakvøldið spældi føroyska A-landsliðið hjá monnum ein frálíkan dyst móti Íslandi, sum gestirnir tó vunnu 1-0.

 

Longu mánakvøldið skal føroyska landsliðið spæla aftur. Hesa ferð móti Liktenstein. Talan er aftur um ein venjingardyst, har Håkan Ericson, landsliðsvenjari, kann hyggja nærri at spælarunum, sum skulu taka dystirnar móti Moldova, Danmark og Ísrael í septembur mánaði.

 

Fyri at stytta um tíðina og fáa gott lag á spælararnar, so hava teir verið á floti seinnapartin leygardagin. Eli Hentze, hjálparvenjari, hevur lagt hesar myndirnar og tekstin út:

 

Ein frálíkur dagur, hóast menninir á minnu bátunum vunnu fiskikappingina! Kortini vóru vit á "okkara" báti ikki ongul í reyv. Men tíverri mátti landsliðsvenjarin ásanna, eins og í gjár móti íslendingum á Tórsvølli, at sigurin/fongurin glapp honum/okkum av hondum. Spenningurin var øgiligur, tá ið hann við ivrigum hondum dróg tosk av grunni, men ólukkutíð smeig hann sær av húkinum aftur í allarsíðstu løtu  - hann var í leysum lofti og skuldi seinastu ferð sína inn um lúnningina, men.... har fór fongurin aftur til havs!!

 

##med2##