Håkan: Vit halda fast í 4-4-2

FM1: Landsliðsvenjarin hevur nøkur ivamál, men heldur fast í 4-4-2

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

##med2##

 

Trýst á pílin, fyri at hoyra samrøðuna við Håkan Ericson

 

Í dag klokkan 16 spælir føroyska manslandsliðið venjingarlandsdyst móti Liktinstein. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur nøkur ivamál, men vil ikki seta navn á enn.

 

- Tað er deiligt við einum dysti afturat. Tað hevði verið gott við einum degi longri í millum dystirnar, tí mær dámar ikki at spæla við bara tveimum døgum ímillum. Annað enn tað, so síggi eg positivt upp á uppgáva. Vit skulu partvís halda fram við tí, sum vit hava gjørt higartil, men vit skulu eisini byggja upp á gera ymiskt betri, sigur landsliðsvenjarin og leggur afturat:

 

- Vit hava nøkur ivamál, men tað kemur at vísa seg seinni hvat tað blívur til. Eg má tosa við fysio-toymið um teir, og so hevur onkur ilt í hálsinum. Eg bíði við at nevna nøvn, men talan er um tveir spælarar, sum eg ætlaði skuldu byrja, sigur Håkan Ericson, ið ikki væntar sær eina mótstøðu, ið verjir so nógv sum Gibraltar.

 

- Eg vænti mær ikki ein líka dyst, sum móti Gibraltar. Liktinstein spælir við einum størri vilji at leypa á, og verja upp á ein heilt annan hátt. Gibraltar vildi bara verja, drála og spæla upp á deyðbóltar. Liktinstein vil nøkur onnur ting. Vit vunnu 5-1 á teimum á heimavølli í fjør. Liktinstein tapti herfyri 6-0 móti Cape Verde, so teir vilja heilt vísa reisa seg og teir eru eitt lið, sum vil spæla fótbólt, sigur Håkan Ericson, sum veit at tað er ein ávís ónøgd við málleysa javnleikin móti Gibraltar, men kennir ikki eitt beinleiðis trýst at vinna dystin av tí orsøk.

 

- Eg kenni ikki trýst á mær, men vit fara inn fyri at vinna. Úrslit eru týdningarmikil í fótbólti og tað vita vit, men vit fáa eisini arbeitt við at menna okkum. Tað skalt tú eisini í venjingardystum. Vit hava greinað dystin móti Gibraltar. Vit gera fleiri góð ting, men tað eru eisini ting í eitt nú uppspælinum, sum vit eru eru nøgdir við. Tað kunnu vit arbeiða víðari við, sigur svenskarin, ið heldur fast í somu spælskipan.

 

- Móti mótstøðu av hesum slagnum, so halda vit fast í 4-4-2. Tað er ikki vist, at vit gera tað móti sterkari mótstøðu, men eg vænti ikki at mótstøðan í morgin verður eins sterk og nøkur av teimum londunum, sum vit møta í undankapping og Nations League. Eg vænti, at vit koma at hava bóltin nógv og stýra spælinum. Tað vóni eg, at vit klára og tí halda vit fast í 4-4-2, sigur Håkan Ericson, sum aftur ætlar at gera fleiri útskiftingar, men tað er ikki vist, at allir fáa spælitíð.

 

- Eg haldi ikki, at eg havi lovað at allir spælararnir fáa spælitíð, men so nógvir sum gjørligt. Tað verður torført, at geva øllum spælitíð, men teir flestu skulu sleppa at vísa seg, staðfestur landsliðsvenjarin.

 

FM1 er á staðnum og sigur venjingarlandsdystinum móti Liktenstein, sum verður í dag klokkan 16.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen)