info
Ongi úrslit

Haaland bresti í stólpan aftanfyri Bárð á Reynatrøð

Bárður á Reynatrøð var stinnur málverji, og Andrias Edmundsson var ein brandur í miðverjuni, tá ið Føroyar taptu 2-0 á Ullevaal

Jóannes Hansen
16. november 2023 kl. 19:34

Tað var stórur hvøkkur lítla løtu undan leikloki, tá ið Norra í kvøld vann 2-0 á Ullevaal ímóti Føroyum.

Heimsstjørnan Erling Haaland rann við øgiligari ferð og stórari styrki inn í føroyska brotsteigin. Hann kláraði akkurát ikki at røkka fram til bóltin eftir innlegg úr høgru, og so brast hann í stólpan og lá eina løtu í nógvari pínu. Ikki minst Manchester City legan og Pep Guardiola mundi vera kløkk. Men tíbetur reisti álopsspælarin seg aftur og sá út til ikki at vera skaddur.

Myndin er ikki tøk

Norra vann í kvøld 2-0 ímóti Føroyum. Talan var um vinardyst á norska tjóðarvøllinum Ullevaal í Oslo. Bæði málini vórðu skorað undan steðginum.

Seinastu ferðirnar hevur talan verið um byrjunarsjúku, og hon gjørdi eisini í kvøld um seg. Longu í 3. minutti setti Jørgen Strand Larsen úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið. Tað var eftir horna úr vinstru og sending út frá baklinjuni, tá ið føroyska verjuspælið ikki var so sannførandi.

Í 24. minutti varð 2-0. Málskjútti var Oscar Bobb, sum av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr høgru smekkaði bóltin umvegis nærra stólpa og í málið.

So lúrdi stórt tap, men soleiðis varð tað ikki. Heimaliðið pressaði nógv undan steðginum, og tað vóru nógvar spentar støður í og kring føroyska brotsteigin. Bárður á Reynatrøð var sera stinnur í føroyska málinum, og ungi Andrias Edmundsson var ein brandur í miðverjuni, har hann var saman við Hørði H. Askham og Odmar Færø. Tað ikki gekk so væl, tá ið roynt varð at spæla fram á vøllin. Jóan Símun Edmundsson var fremsti maður. Hann vísti góðan hugburð og arbeiddi nógv, men treytirnar hjá honum vóru vánaligar. Miðvallararnir vóru støðugt undir nógvum trýsti, og tað bar við sær, at tað var torført at finna stevið í samanspæli.

Beinanvegin eftir steðgin skifti Norra fýra spælarar út. Á føroyska liðnum vórðu Jóannes Bjartalíð og René Shaki Joensen skiftir inn beinanvegin eftir steðgin. Skiftingarnar og broytingarnar bóru við sær, at Norra ikki pressaði á sama hátt sum undan steðginum.

Tá ið ein tími var farin, vórðu Jákup B. Andreasen og Petur Knudsen skiftir inn, og tá var føroyska samanspælið væl betur, og tá eydnaðist tað at fáa samanspælið at rigga á síðsta triðinginum, og fýra minuttir undan leikloki varð René Shaki Joensen spældur leysur í vinstru. Hann smekkaði til úr spískum, og málverjin bjargaði.

Føroyska liðið fer nú til Albania, har síðsti EM undankappingardysturin verður mánakvøldið. Albania er sera væl fyri og stórfavorittur. Seinni hálvleikur á Ullevaal í kvøld gevur mót um, at føroyska fótbóltsavrikið í Albania ikki fer at vera so galið.

 

Norra – Føroyar 2-0 (2-0)

1-0: Jørgen Strand Larsen 3.

2-0: Oscar Bobb 24.

Dómarakvartett úr Íslandi: Vilhjálmur Thórarinsson , Gylfi Mar Sigurðsson,  Birkir Sigurðarson og Helgi Mikael Jónasson (4. dómari)

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Andrass  Johansen – Jóan Símun Edmundsson verður fremstur.

Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, René Shaki Joensen, Ári Mohr Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad, Mads Boe Mikkelsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark sigur nei til trygdar­avtalu við Russ­land

39 minuttir síðan
Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

1 tími síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

3 tímar síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

5 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

13 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

13 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

14 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

14 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

15 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

15 tímar síðan