Haaland sleppur ongan veg

Bundesligan: Borussia Dortmund bjóðar av í meistarastríðnum og vil ikki selja Erling B. Haaland

Tað er komið eitt sindur av lívi í meistarastríðið í týsku Bundesliguni, eftir at Bayern Munchen tapti og Borussia Dortmund vann, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum.

 

Tað vóru bara farnir 18 minuttir av fyrsta dystinum í árinum, tá Robert Lewandowski skoraði. Tá sá alt út til at verða við tað sama, men tað endaði við 2-1 til gestirnar úr Borussia Monchengladbach.

 

Tí hevði Borussia Dortmund eina gyltan møguleika, at vinna inn á oddaliðið í dystinum móti Eintracht Frankfurt. Her sá einki út í hálvleikinum, tá Eintracht Frankfurt var á odda 2-0. Tað endaði tó við 3-2 sigri til Borussia Dortmund.

 

Stjórin í Borussia Dortmund, Hans-Joachim Watzke, hevur boðað frá, at Erling B. Haaland ikki verður seldur í januar. Hetta hóast fleiri feløg vilja hava hann. Stjórin viðurkennur tó, at tað verður verri at halda fast í norka stjørnuskotinum í summar.

 

1Bayern München18141357:1843
2Borussia Dortmund18121544:2837
3Hoffenheim1894538:2731
4Freiburg1886430:1830
5Bayer Leverkusen1885542:3029
6Union Berlin1877425:2328
7Eintracht Frankfurt1876529:2727
8RB Leipzig1874734:2325
9FC Köln1767427:2725
10Mainz1873826:2124
11Mönchengladbach1864824:3322
12Hertha Berlín1763820:3521
13Bochum1762916:2620
14Wolfsburg1762917:2920
15Stuttgart1846822:3118
16Augsburg1846818:2918
17Arminia Bielefeld1838716:2417
18Greuther Fürth18131413:496