Häcken gjørdi ein "Leicester" í Svøríki

Häcken er á fyrsta sinni í søgu felagsins svenskur meistari í mansfótbólti

Ígjár hendi nakað, ið fá høvdu ímyndað sær kundi henda í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Lítlibeiggin hjá størru fótbóltsfeløgunum í Göteborg, BK Häcken bleiv ígjár staðfestur svenskur meistari fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

 

Og Häcken fekk meistaraheitið í hús við at vinna ein knúsandi 4-0 stórsigur á søguríka liðnum, IFK Göteborg á søguríka Gamla Ullevi leikvøllinum.

 

Häcken gjørdi snøgt sagt ein "Leicester". 

 

Häcken er við 63 stigum seks stig frammanfyri Djurgården, ið hevur 57 stig. Bert eitt leikumfar er eftir at leika.

 

Norski Per-Mattias Høgmo er høvuðsvenjari hjá BK Häcken.

 

Komandi sunnudag sleppa tey í BK Häcken at hátíðarhalda søguliga meistaraheitið á heimavølli. Tá kemur IFK Norrköping á vitjan.