TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá fyrsta dystinum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, sum fekk 35 minuttir á vøllinum, tá Dinamo Bukarest á heimavølli vann 1-0 á FC Botosani.
Tveir minuttir inni í upptøkuni sæst Kaj Leo verða við í einum góðum álopi, sum hendi í 61. minutti í dystinum. Á upptøkuni hoyrist rumenski frásøgumaðurin eisini siga: "Bartalsstovu".
Tað er rásin "Sports and Fun", sum hevur lagt brotið út á YouTube.