Hæddarpunkt frá Europa League dystinum hjá B36

Video: Her ber til at síggja hæddarpunktini frá Europa League dystinum hjá B36 í gjárkvøldið móti Linfield FC úr Norður Írlandi

B36 tapti í gjárkvøldið fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum. Áðrenn dystin í gjár var steypadysturin móti HB tann einasti dysturin, B36 hevði tapt í 2014. 

 

Hóast vónirnar vóru góðar undan dystinum móti norður írska Linfield FC, tapti B36 dystin 2-1.

 

Tí bíðar tað B36 ein torfør uppgáva í Belfast týskvøldið í komandi viku. Ómøgulig er hon tó ikki.

 

Hans Erik Danielsen frá FSF eigur upptøkurnar.