Kaj Leo í Bartalsstovu hevur havt sína higartil størstu uppliving í rumenskum fótbólti, tá hann kom inn tað seinasta korterið í stórdystinum Dinamo Bukarest-Steaua Bukarest, sum er størsti dysturin í rumensku liguni.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Dinamo Bukarest-Steaua Bukarest 1-1 (0-1).
Sum sæst á upptøkunum, so stóð Kaj Leo í Bartalstovu klárur í brotsteiginum, um ein returbóltur hevði komið, tá Eric Bicfalvi stútaði bóltin í málið til 1-1. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur troyggjunummar 21 hjá Dinamo Bukarest.
Dinamo Bukarest er nummar tvey í meistarabólkinum við 25 stigum. Seks tey ovastu liðini aftaná grundspælið spæla í einum meistarabólki heima og úti, har tey hava tikið innanhýsis stigini við sær. Astra er á odda í meistarabólkinum við 29 stigum.