Hægri tøku- og tilfeingisgjald – men ikki til vallyftir

 

 

Tá ið "hægri tøkugjald frá alivinnuni og hægri tilfeingisgjald frá fiskivinnuni" er standard-svarið til hvussu mann fíggjar øll síni vallyftir, tá eru vit á vandakós.

 

Ávísir flokkar geva vallyftir fyri hundraðtals milliónir, og alt skal fíggjast ígjøgnum hægri tøku- og tilfeingisgjald. Harvið vilja tey binda bundnar rakstrarútreiðslur innan vælferðarøkið við inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni. Tað er púra ábyrgdarleyst.

 

Vit skulu gera størri íløgur á vælferðarøkinum. Fleiri og betri tænastur, men eisini at skaffa neyðugu arbeiðsmegina til okkara framtíðar avbjóðingar innan fólkasamansetingini. Hetta krevur bæði størri játtanir, raðfestingar og effektiviseringar. Men støðið á okkara vælferðarsamfelag skal ikki dúva uppá, hvussu væl tað gongur í fiski- og alivinnuni. Fiskurin kann hvørva, og hvussu tað gongur í alivinnuni veldst um bæði sjúku og prísir á altjóða marknaðinum.

 

Fáa vit brádliga minni inntøkur frá hesum vinnum, hvør skal tá fíggja hendan stóra útreiðsluvøksturin? Eg stúri fyri at tað verður vanligi skattagjaldarin.

 

Tøkugjaldið og tilfeingisgjaldið skal hækka. Hesum taki eg undir við. Men tað er sera vandamikið at binda hesir pengar í vanligar rakstrarútreiðslur hjá landinum. Heldur skulu pengarnir fara til íløgur - millum annað í okkara samferðslukervi og at leggja um til grøna orku. Soleiðis fara pengarnir at gagna bæði vanliga borgaranum, men eisini vinnulívið.

 

Fara pengarnir ikki til íløgur, skulu inntøkurnar fara í búskapargrunnin, soleiðis at vit hava tøkan pening at brúka, tá tíðirnar gerast verri. Slíkur konjunkturjavnandi politikkur er í longdini ein fyrimunur fyri bæði borgaran, vinnulívið og samfelagsbúskapin sum heild.

 

Hægri inntøkur frá alivinnuni og tilfeingisvinnuni skulu takast inn við ábyrgd, og ikki vera eitt standandi svar til øll vallyftir á vælferðarøkinum.

 

Bjarni Kárason Petersen

Løgtingsmaður