Hægstirættur í New Zealandi: 18 ára valrættur ger mismun

Veðurlagskreppan rakar í størri mun tey ungu

Her sæst tjóðartingsbygningurin í New Zealandi, sum er staðið, sum skal taka avgerðina um at lækka valrættaralduri. (Arkivfoto). - Foto: Mark Baker/Ritzau Scanpix

Tí eiga tey eisini at kunna atkvøða, ljóðar tað í herferð.

Hægstirættur í New Zealandi metir, at tað er at gera mismun, at landsins borgarar ikki sleppa at atkvøða, fyrr enn tey eru 18 ár.

Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Hægstarættaravgerðin í dag endar eina tvey ára tilgongd.

Har hevur ein bólkum av ungum grundgivið fyri, at aldurin, tá tú fært atkvøðurætt, eigur at lækkast til 16 ár.

Ein av grundgevingunum hevur verið, at veðurlagskreppan í størri mun fer at ávirka tey og framtíð teirra.

– Tað er søguligt, sigur Caeden Tipler, sum er ein av leiðarunum í herferðini Make It 16, við bretska blaðið.

– Stjórnin og tjóðartingið kann ikki seta til viks eini so greið løgfrøðilig og moralsk boð. Tey mugu lata okkum atkvøða.

Tað er tó eingin vissa fyri, at niðurstøðan fer at geva teimum ungu atkvøðurætt.

Tað er bara tjóðartingið, sum kann gera tað.

Avgerðin merkir tó sambært The Guardian, at tjóðartingið nú »brýtur rættindini hjá ungum veljarum í teirra grundleggjandi rættindum, og at lóggevarar eru tvungnir til at umhugsa broytingar«.

Sambært bretska miðlinum er tað bara Brasilia, Cuba, Malta og Eysturríki, sum hevur valrættaraldur sum er 16 ár. Í Skotlandi kunnu 16 ára gomul atkvøða til skotska tjóðartingið, men ikki til bretska valið.

Í Føroyum er eins og í restini av ríkinum 18 ára valrættur.

Meðan Green Party í New Zealandi stuðlar lægri valrættaraldri, er ivasemi hjá mið-høgraflokkinum New zealand National Party.

– Hetta er ikki nakað, sum vit stuðla, sigur floksleiðarin Christopher Luxon sambært The New Zealand Herald.

– Markið skal vera onkustaðni, og vit hava tað fínt við, at valrættaraldurin er 18 ár.

/ritzau/

 

 

 

Her sæst tjóðartingsbygningurin í New Zealandi, sum er staðið, sum skal taka avgerðina um at lækka valrættaralduri. (Arkivfoto). - Foto: Mark Baker/Ritzau Scanpix