Hafnia, Brandan og Smyril Line fáa onga almenna hjálp

Tað verður eingin hjálparpakki til Hotel Hafnia og Hotel Brandan og heldur ikki til eigaran Smyril Line. Tað er greitt, nú freistin at søkja var úti í gjár

 

– Tað er rætt, at vit ikki hava søkt um stuðul úr hjálparpakkanum til gistingarhús.

Tað váttar Jens Meinhard Rasmussen, sum er nevndarformaður í Smyril Line, sum eisini eigur tey bæði hotellini Hotel Hafna og Hotel Brandan.

– Vit meta ikki, at hasir hjálparpakkarnir eru gørdir til okkara samtak. Vit fáa ikki ordiliga brúkt teir, tí har eru ov nógvar bindingar, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann sipar til krav um ikki at gjalda vinningsbýti og aðrar treytir, sum fylgja við alemnna hjálparpakkanum.

– Ikki tí, vit hava einki ímóti krøvunum, sum landið setir teimum, sum søkja um stuðul. Vit hava hugsað nógv um hetta, men eru komin til ta niðurstøðu, at vit ikki søkja um stuðul.

Koronukreppan hevur havt stóra ávirkan á bæði Smyril Line og bæði hotellini hjá felagnum.

– Tað gekk eisini hart út yvir ferðafólkaflutningin, men so fingu vit juli og august, sum gjørdi, at tað ikki var eitt fullkomið skrædl, men tað mangla tíggjutals milliónir í, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

##med2##

Hann fæst ikki reiðiliga at tosa um væntanina til ársúrslitið hjá Smyril Line í ár.

– Men tað verður altso ikki nakað, sum líkist tí í fjør, sigur hann og sipar til úrslitið hjá Smyril Line í 2019 upp á slakar 76 milliónir krónur.

Men hann sigur, at tølini eru stór hjá Smyril Line og vísir á tær 100 milliónirnar, sum Atlantsflog fær sum innspræning úr landskassanum.

Tá Smyril Line er eitt stórt flutningsfelag, sum eisini eigur og rekur tvey hotel, so hjálpa 10 milliónir úr einum almennum hjálparpakka ikki so nógv, sigur hann.

Um talan bara var um hotelraksturin, so var støðan kanska øðrvísi. Men hann heldur, at tað eisini man muna lítið hjá teimum gistingarhúsum, sum hava fingið úr alemnna hjálparpakkanum.

Hóast Jens Meinhard Rasmssen viðgongur, at tað er margháttligt, at tað almenna letur upp hotell, sum helst eisini fær part av innspræningini upp á 100 milliónir, nú hotelvinnan í Føroyum ekur á knøunum, so vil hann ikki gera viðmerkingar til tað.

– Eg havi ov strekar meiningasr um tað, so eg sigi bara einki, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Men hann viðgongur, at júst tað er heint, sum tey ávaraðu um kundi henda.

Koronukreppan hevur tikið nógv arbeiðspláss í gistingarhúsvinnuni og eisini umborð á Norrønu. Jens Meinhard Rasmsussen sigur, at rakstrarmanningin umborð á Norrønu er tann sama, men at sokallaðu summarfuglarnir hava ikki verið eins nógvir, sum vanligt. Tørvurin hevur ikki verið eins stórur á starvsfólki hetta summarskeiðið, sigur hann.

Hann vísir á, at tað serliga eru ungfólk, sum hava mist størv av kreppuni.

##med3##

– Ferðavinnan er ógvuliga starvsfólkakrevjandi. Tað eru serliga nógvir skúlaungdómar og kvinnur, sum arbeiða í vinnuni, so tað hevur havt stóra ávirkan serliga í Havn. Hetta er sjálvandi keðiligt, so vit vóna bara, at eitt koppingarevni skjótt kemur.

Um ársskiftið fer Norrøna til umbyggingar. Ein stór og dýr umbygging stendur fyri framman.

– Tað verður sera spennandi. Vit fáa betri og størri kømur. Vit trúgva upp á størri eftirspurning í framtíðini og vóna tað besta, sigur nevndarformaðurin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen.