Tey trý børnini hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen halda, at mamman er rænd, og at pápin er ósekur. Tey eru sannførd um, at pápin ikki hevur gjørt av við mammuna, ei heldur, at hann hevur villleitt løgregluna. – Tey kenna hjúnarbandið og vita, hvør familja hetta hevur verið, sigur stuðulsadvokaturin hjá Hagen-familjuni, Ståle Kihle, við VG.
Tað er nú meira enn hálvt annað ár síðan, at seinasta lívstekini kom frá Anne-Elisabeth Hagen. Hetta var ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni klokkan 09.14 hin 31. oktober í 2018. Fyrr um morgunin hevði hon eisini snakkað við onkran á arbeiðsplássinum hjá manni sínum, miljarderinum, Tom Hagen.
Eftir hesa seinastu og stuttu samrøðuna henda feigdarmorgun veit eingin, hvat er hent ríkmanskonuni. Fleiri ferðir henda morgunin ringdi maður hennara, Tom Hagen, sum var til arbeiðis, men telefonin hjá konuni svaraði ikki. Ein góðan hálvan tíma eftir klokkan 09.14 henda morgunin ringdi eisini ein elektrikari, sum býr beint við, á telefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen, men hon svaraði ikki.
Elektrikarin hevði eina avtalu við hana um, at hann skuldi koma inn á gólvið at býta nakrar lamur um í húsunum, og tað undraði elektrikaran, at konan ikki svaraði telefonini.
Tá Anne-Elisabeth Hagen heldur ikki svaraði telefonini hjá manni sínum eftir fleiri royndir, koyrdi hann heim um 13.30-tíðina. Tá var konan horvin, og í heiminum lá eitt bræv við kravi um loysigjald, og í brævinum var eisini ein hóttan um, at hann skuldi ikki blanda løgregluna upp í málið.
Hóttanin var, at blandaði hann løgregluna upp í málið, var lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen í vanda. Men, tað gjørdi Tom Hagen kortini. Eini trý korter eftir at hann var komin heim, setti hann seg í samband við løgregluna og boðaði frá, at konan var horvin.
Vit flyta nú tíðina fram til dagin í dag, har løgreglan framvegis kannar heimið hjá familjuni í Lørenskog, tí tey meta, at tað er her, at onkur hevur beint fyri konuni, samstundis sum løgreglan hevur skuldsett Tom Hagen fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni.
Stuðulsadvokaturin hjá Hagen-familjuni, Ståle Kihle, sigur, at tey trý børnini hjá Hagen-hjúnunum framvegis halda, at mamman er rænd, og at pápi teirra er ósekur í tí, hann er skuldsettur fyri.
Men, hvør er so orsøkin til, at børnini framvegis halda, at mamman er rænd?
- Tey eru sannførd um, at pápin ikki hevur dripið mammuna, og at hann ei heldur hevur villleitt løgregluna. Brævið, sum lá í heiminum hevur heilt greiðar linjur um, hvat skal gerast, og hvat ikki skal gerast. Í brævinum stendur eisini týðiliga, hvussu familjan hevur verið undir eftirliti, og nøkur í familjuni verða beinleiðis nevnd við navni, sigur stuðulsadvokaturin.
Ståle Kihle sigur, at fyri børnini er mest hugsandi, at mamman varð rænd henda seinasta dag í oktober í 2018. Sambært advokatinum halda børnini, at løgreglan eigur at venda eyguni móti hugsandi mótpartinum - og ikki móti pápanum.
Tað var týsdagin fyri stívliga tveimum vikum síðan, at Tom Hagen varð handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Hann varð dømdur at sita í varðhaldi í fýra vikur, men eftir kæru um varðhaldsfongslingina gjørdi lagmannsrætturin av, at Tom Hagen skuldi leyslatast. Rætturin metti, at prógvini hjá løgregluni vóru ov veik til, at Tom Hagen kundi skuldsetast og varðhaldsfongslast.
Sjálvur hevur Tom Hagen alla tíðina sagt seg vera ósekan, og at hann einki hevur við burturblívingina av konu síni at gera. Sjálvt um miljarderurin nú er leysur, sleppur hann kortini ikki inn aftur í heimið hjá sær fyribils, tí har ger løgreglan framvegis kanningar í royndini at finna út av, hvat er hent við Anne-Elisabeth Hagen.
Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur kært málið um, at løgreglan framvegis eru í húsunum í Lørenskog, men tingrætturin heldur, at løgreglan eigur at sleppa at halda fram við sínum kanningum, tí rætturin heldur tað ikki vera óhugsandi, at ríkmanskonan er dripin í heiminum. Tí sleppur miljarderurin ikki at flyta heim í løtuni. Hinvegin hevur løgreglan leysgivið eina smáttu, sum Tom Hagen eigur, og her kann hann fara, tá hann vil.
Tey trý børnini harmast um, at løgreglan hevur brúkt so nógva tíð og orku upp á at kanna pápan, og tí eru tey sannførd um, at løgreglan her hevur mist nógva tíð í málinum um mammuna.
Halda børnini, at mamman framvegis er á lívi?
- Tað vóna tey, og tey liva í vónini. Men, sjálvandi eru tey eisini realistisk eftir so langa tíð. Tey vita, at samband hevur verið við hugsandi mótpartin, sigur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle, við VG.
Hví halda børnini tað vera skeivt av løgregluni at skuldseta pápan?
- Børnini kenna pápa sín. Tey kenna mammu sína. Tey kenna hjúnarbandið, og tey vita, hvør familjan hevur verið, sigur stuðulsadvokaturin.
##med2##
Hvat heldur familjan, at løgreglan eigur at gera?
- Spurningurin er á ein hátt einfaldur – men eisini trupul at svara, bæði hjá familjuni og mær. Einfalda svarið er, at løgreglan skal kanna málið, sum tað er, nevniliga eitt mál um rýming og helst eitt mál um rán av einum menniskja, sum Tom Hagen einki hevur við at gera.
Advokaturin sigur, at løgreglan noyðist at hava fokus á, at talan er um ein veruligan mótpart, sum er har út onkustaðni, sum hann tekur til.
- Vit trúgva, at ein stórur partur av kanningararbeiðnum gongur út upp á at kanna Tom Hagen, sigur Ståle Kihle við VG.
Hvat heldur familjan um, at einki er hoyrt frá hugsandi mótpartinum síðan hin 8. juli í fjør?
- Tey ána ikki, hvat tey skulu halda um tað, tí tað verður bara til høvuðbrýggj, sigur stuðulsadvokaturin.
Hjúnini høvdu verið gift í næstan 50 ár, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.