Hagen-málið: Løgreglan gjørt 250 avhoyringar

Norska løgreglan heldur, at vakmyndirnar kundu loyst gátuna um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.

 

Síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv hin 31. oktober síðsta ár, hevur løgreglan gjørt fleiri enn 250 avhoyringar, eins og løgreglan hevur í varðveitslu 6000 tímar við vakmyndum.

Løgreglan roknar við, at upplýsingar um hugsandi brotsmenn í málinum um hvørvingina kunnu liggja í hesum vakmyndatilfari, sum løgreglan hevur um hendi.

Nú eru fimm mánaðir síðan, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi, men framvegis hava hvørki familja, advokatur ella løgregla fingið nakað sum helst tekin um, at ríkmanskonan er á lívi.

Ei heldur eru nøkur prógv fyri, at hon ikki er á lívi.

Løgreglan sigur, at avhoyringarnar fevna rættiliga breitt. Fólk, sum eru í familju við hina horvnu, eru avhoyrd, grannar eru avhoyrdir og mong, sum hava vent sær til løgregluna, eru avhoyrd umframt mong onnur.

- Hvørja einastu viku verða nýggjar avhoyringar gjørdar, men framvegis er eingin skuldsettur í málinum, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Tommy Brøske.