Seinastu tíðina hevur einki verið at frætt frá norsku løgregluni um leitanina eftir norsku ríkmanskonuni, 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í fjør - uttan, at eitt einasta lívstekin hevur verið til hennara síðan henda dag.
Hóast løgreglan er ógvuliga tigandi, hava norskir miðlar í heyst gjørt burtur úr við at samskifta við grannar í Lørenskog. Miljarderurin og maður Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen, hevur leingi búð aftur í húsunum í Lørenskog.
Ein av søgunum, sum grannar vita at siga, er, at ein stigi stóð úr lendinum og upp á svalan ella balkongina á húsunum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin. Hjúnini høvdu havt arbeiðsmenn inni á gólvinum, men óvist er, um hesir brúktu stigan í sínum arbeiði.
Stutt eftir, at ríkmanskonan var horvin, var stigin burturbeindur, men grannar, sum tv2.no hevur skift orð við, siga seg ikki vita, hvør tók stigan niður. Handverkarar, sum arbeiddu í húsunum, eru avhoyrdir, og hetta hevur eftir øllum at døma ikki leitt løgregluna nærri einari loysn í málinum.
Norska løgreglan hevur ikki alment viljað gjørt viðmerkingar til, hvørt tey halda, at stigin kann hava nakað við lagnuna hjá ríkmanskonuni at gera.
Í skrivligum svari upp á spurning frá norskum miðlum sigur løgreglan soleiðis um stigan, at tey vita um eygleiðingina, men kunnu ikki siga nakað um, hvørt tey halda, at stigin er viðkomandi í kanningararbeiðnum ella ei.
Norska løgreglan segði annars fyrr í heyst, at tey miðja eftir, at gátan um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, verður loyst, áðrenn 2019 er umliðið.
##med2##
'