Í sínari tíð varð rumenski stórspælarin, Georghe Hagi nevndur "Maradona á Balkan", og tað er ikki uttan orsøk.
Tann nú 50 ára gamli rumenski stórspælarin, sum vitjaði Svangaskarð við rumenska landsliðnum í 1993 hevði eina stóra fótbóltsyrkisleið við Steua Bukarest, Real Madrid, Barcelona, Brescia og Galatasaray, har legendariski miðvallarin skeyt 237 mál í 516 dystum. Georghe Hagi leikti heilar 124 landsdystir fyri Rumenia, og skeyt 35 mál fyri rumenska landsliðið. Hann megnaði at vinna steypakappingina og meistaraheiti, bæði í Rumenia, Spania og í Turkalandi. Haraftrat rakk hann fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í USA í 1994.
16 ára gamli Ianis Hagi hevur nógv at liva upp til. Sonur Georghe Hagi hevur eitt stórt talent, sum fær nógvar rumenar at droyma um, at hann kann í framtíðini kann endurtaka tað, sum pápin framdi. Men nú er Georghe Hagi ikki nøgdur við viðferðina sonurin hevur fingið frá rumenska U17-landsliðsvenjaranum, Zoltan Kovacs. Kovacs skal sambært Georghe Hagi hava fornermað sonin, Ianis og tvey onnur stórtalent á U17-landsliðnum, Florin Coman og Carlo Casap við at siga við teir, at teir eru "einki verdir", hóast teir spæla og venja við besta liðnum hjá FC Viitorul í tí bestu rumensku fótbóltsdeildini.
Georghe Hagi hevur skrivað eitt opið bræv til rumenska landsliðsvenjaran, Anghel Iordănescu, har hann alment mótmælir viðferðini sonurin hevur fingið frá U17-landsliðsvenjaranum. Tað hevur eisini fingið ilt í Georghe Hagi, at Zoltan Kovacs í einari sjónvarpssamrøðu hevur sagt, at 16 ára gamli Ianis ikki er nakar "Hagi". - Ianis er sonur mín, og hansara eftirnavn er Hagi, og eg eri stoltur av tí, sum hann hevur rokkið higartil, staðfestir Georghe Hagi.
Nú hóttir Georghe Hagi við sýta soninum at verða við U17-landsliðnum so leingi Zoltan Kovacs er venjari. Zoltan Kovacs er tó ikki at vika. Hann sigur við rumenskar miðlar, at hann hevur stóra virðing fyri Georghe Hagi, men Georghe Hagi skal ikki bestemma hvat U17-landsliðsvenjarin ger.
Annars er nógv sum talar fyri, at italska felagið Fiorentina ætlar at fáa Ianis Hagi í sítt breyð. Ianis Hagi hevur víst tekin um, at hann er eins fimur við vinstra fóti, sum pápin, og tað hava fleiri italsk feløg lagt merkið til.