B36 hevur klárað seg væl á heimavølli í europeiskum høpi seinastu árini, og skulu vit fylgja hagtølunum, eru útlitini fyri einum heiðurligum úrsliti á Tórsvølli í kvøld til staðar. Hóast úrslitini á útivølli í Europa Cup ikki altíð hava verið eins góð, hevur B36 bert einaferð tapt sannførandi í Føroyum.
0-1 oftast komið fyri
Tað hevur bert einaferð fyrr eydnast B36 at fáa stig á heimavølli í Europa Cup, og var tað í 1-1 javnleikinum í 1992, tá Avenir Beggen úr Luxemburg var á vitjan. Málskjúttin tá var gamla landsliðshetjan Kári Reynheim.
B36 hevur seinastu fýra heimadystirnar í Europa Cup tapt við bert einum máli móti ongum, og skulu vit aftur í 1997 fyri at finna seinasta stórtapi á heimavølli, tá belgiska Racing Genk vann 5-0 á Svangaskarði.
Í 2000 var danska AB úr Gladsaxe á vitjan, og tá endaði dysturin 1-0 til AB, men hetta úrslitið var uttan iva eisini merkt av 0-8 avsmurninginum í Gladsaxe vikuna undan. Í 99 var úrslitið somuleiðis eitt 0-1 tap, tá Ankaragucu úr Turkalandi var á Tórsvølli, og sama úrslitið var galdandi í 98 og 97, tá so sterk lið sum Beitar Jerusalem úr Ísrael og Dinamo Moskva úr Russlandi vóru í Føroyum.
Sostatt hevur B36 víst góðar taktir á heimavølli í Europa Cup, og hóast einki stig er fingið til høldar síðani 1992, hevur B36 heili fýra ferðir verið bert eitt mál ov stuttir til ein javnleik. Í kvøld er so møguleikin til staðar, tá mótstøðuliði er Torpedo Kutaisi úr Georgia.