Hagtølini tala fyri Leicester

Skulu vit trúgva hagtølunum, eru stór útlit fyri at Leicester endar í topp fýra í hesum kappingarárinum

 

Enska felagið Leicester hevur tikið flest øll á bóli í hesum kappingarárinum. Felagið, sum annars var stórfavorittur til at flyta niður undan kappingarárinum, liggur í løtuni á einum deildum fyrsta plássið í Premier League, har Manchester City bert hevur ein betri málmun.

 

Felagið hevur tí kós ímóti tí lovaða topp fýra í Premier League, sum gevur felagnum møguleika fyri at leika Champions League fótbólt komandi ár. Og sambært hagtølunum, eru góð útlit fyri at Leicester kann náa topp fýra.

 

Tað er einans hent einaferð í søguni í Premier League, at eitt lið sum hevur ligið á odda í deildini aftaná 13 umfør, ikki hevur spælt seg til eitt topp fýra pláss í kappingarárinum. Tað felagið var Aston Villa í kappingarárinum 1998/1999.

 

Tað er tó lítil ivi um at størru feløgini í Premier League, koma at ætla sær pláss millum fýra tey bestu, tá kappingarárið fer at enda fyrst í komandi summar.