Barbara holm
Tónleikurin er sterkur, og tú verður nærum blást um koll, tá tú opnar dyrnar í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum á HAIR venjingunum hjá Rhytmiska Kórinum. Kend løg sum “Aquarius” Fylla rúmið, og eingin ivi er um, at sangurin í leikinum er tað, sum ger leikin øðrvísi, frá tí sum áður er sæð í Føroyum.
Provokerandi gospelløg
Nógvur gospel sangur, dansur og veruligur sjónleikur verður at síggja, tá sangleikurin Hair verður frumsýndur tann 14. novembur í ár. Men leikstjórin Elin á Rógvi, og høvuðsleikarnir eru greið yvir, at leikurin er provokerandi, og at vandi er fyri, at føroyingar fara at kenna seg stoyttar av leikinum.
- Hetta er ein provokerandi leikur serliga orsaka av løgunum. Løgini eru “gospelslig”, tó er teksturin nokso provokerandi, millum annað verður sungið um onani, sigur Fríði Tanggaard Bjørgvin, sum skal “Jón”, ið er ein av høvuðspersónunum í Hair.
Í viðmerking til hetta sigur Elin á Rógvi, leikstjóri, at hon hevur vónir um, at føroyingar fara at skilja tað stuttliga og søguliga í innihaldinum í Hair, heldur enn at kenna seg stoytt.
- "Hair" sangleikurin er ikki sum sjónleikir, ið áður eru framsýndir í Studentaskúlanum í Hoydølum, so vit vita í veruleikanum ikki nakað um, hvussu hetta slagið av sangleikum verða móttikið, men vit vóna sjálvsagt tað besta, sigur Elin á Rógvi
Sex, drugs and rock ‘n’ roll
Høvuðsleiklutin sum “Diana” hevur Birita Adela Davidsen.
-Sangleikurin er í stuttum um “sex, drugs and rock ‘n’ roll”, og er um 16 hippiarar úr 60’unum , greiðir Birita frá.
“Hair” leiður okkum aftur í hippi tíðina, og vit koma sum nevnt tætt uppat lívinum hjá 16 hippiarum úr 60’unum. Leikurin varð skrivaður í 1965, og er inspireraður av teimum nógvu ungu, ið tá vórðu send heim úr skúlunum, orsaka av ov teirra langa hári og uppreistrarsinni.
Hetta er júst tað, sum verður at síggja á palli í Føroyum í heyst, nevniliga hippiarir við longum hári, ið trúgva uppá frían kærleika, rúsevni og tónleik av tí villasta, og nógv av teirra tilveru fyrigongur einari stórari hallusinatión. Hesir hippiarir gera upp við nógvar av heimsins trupulleikum, sum til dømis, kríggi, rasismu, trúgv, fátækadømi, kynsdiskriminering, og ikki minst at sex verður sæð, sum nakað skeivt. Og nógv av hesum verður also ført fram gjøgnum provokerandi tónleik í gospel hami.
- Eg haldi at temaði altíð kann setast í samband við ungdóm og uppreistur, og tí haldi eg, at “Hair” og teir trupulleikar, sum verða tiknir upp í leikinum, eisini passa væl til føroyskan ungdóm í dag, greiðir Elin á Rógvi frá.
Kenna hvønn annan
Sambært leikstjóranum Elini á Rógvu, verður nógvur dentur lagdur á tað sosiala, serstakliga millum sjónleikararnir.
- Í alt eru 16 sjónleikarar, og vit hava gjørt nógv fyri at koma at kenna hvønn annan væl. Tað er ótrúliga umráðandi í einum slíkum leiki, at sjónleikararnir kenna seg tryggan við hvønn annan og umhvørvinum, tí ein sjónleikari er altíð útsettur, og skal opna seg fyri hinum sjónleikaranum undir venjingum, og kenna tey seg ikki tryggan har, fáa vit ikki besta úrslitið, greiður Elin frá.
Eisini høvuðssjónleikararnir kenna hvønn annan áðrenn, og hetta er heilt víst ein fyrimunur fyri tey.
-Vit hava framført tónleik saman, og hava sostatt staðið á palli saman áður, greiða Birita og Fríði frá.
Nervarnir ikki komnir enn
Hóast nógv fokus vanligt verður lagt á sjónleikirnir, ið Studentaskúlin í Hoydølum skipar fyri, so hava Birita og Fríði ikki merkt nervarnir enn, og halda tað heldur ikki verða nakað, sum kemur at seta dám á teirra framførslu.
- Eg ivist ikki í, at tættari vit koma at tí stóru frumsýningini, meira nervar fara vit øll at fáa. Frumsýningin er enn ov langt frammi í framtíðini til at kenna tí vanligu kensluna av nervum, men eg ivist ikki í, at tað kemur so líðandi, sigur Elin á Rógvi at enda.