Hakin settur í

Nú verður farið undir stóru umbyggingina av høllini á Hálsi.

Kl.17 seinnapartin loystu Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø fyrstu fløgini til útbyggingina av høllini á Hálsi, sum nú verður útbygd til dupulthøll og framyvir fer at hava nógv fleiri og betri møguleikar.


Ein fullur hondbóltsvøllur verður bygdur afturat, og hetta skal hjálpa til trotið á hallartímum hjá eitt nú flogbólti og hondbólti. Í kjallaranum fáa judo og borðtennis eisini hvør sína høll, sergjørdar til sína ítróttargrein.


- Høllin skal vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk og events, eisini innan vinnulív, so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald, so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m. Hetta verður ein fjølbroytt og fleksibul høll, sum kann vera við til at menna ítrótt, vinnulív, mentan og altjóða samstarv. Stórhøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðuni.


- Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum, alt eftir uppseting, segði hann.


Útbyggingin ber eisini við sær, at fleiri enn 100 parkeringspláss verða gjørd afturat.


- Harvið verður stadionøkið í Gundadali uppaftur sterkari sum ítróttadepil saman við Tórsvølli, FIMI og seinni eisini langhyli, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Fyrst verður jørð- og betongarbeiðið gjørt, og farið verður longu í gongd í næstu viku. J&K Petersen átti lægsta tilboðið á hetta arbeiðið, sum var uml. níggju milliónir krónur. Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at sjálva byggiarbeiðið verður boðið út um umleið ein mánaða og byrjar í summar, so skjótt sum jørðarbeiðið er klárt til tað.