Hákun og Elias hittast 23. august

Fyrsti kappingardysturin í kappingarárinum í Týsklandi er Super Cup

Fyrsti almenni kappingardysturin í kappingarárinum í týskum hondbólti er sonevndi Super Cup dysturin millum meistararnar og steypavinnararnar.

 

Leygardagin 23. august klokkan 17 hittast meistararnir, Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum á liðnum, og steypavinnararnir, THW Kiel við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á liðnum.

 

Talan er um ein prestisjufullan dyst, ið var spældur fyrstu ferð í 1994. Síðani 1994 hevur Kiel vunnið Super Cup heilar 13 ferðir.

 

Í 2023 gjørdist Super Cup fyrsta heitið Elias vann í týskum hondbólti. Tá vann Kiel 37-36 á Rhein-Neckar Löwen aftaná brotskastskapping.

 

Hesaferð verður Super Cup dysturin spældur í München.