Hákun og liðfelagarnir endaðu grundspælið við einum sigri

Skanderborg Århus vann á Sønderjyske á útivølli, og kann nú byrja at gera klárt til endaspælið

Í kvøld spældu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus seinasta dystin í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg Århus vann á útivølli ein frálíkan 35-28 sigur á Sønderjyske á útivølli. Sønderjyske var annars favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin í kvøld.

 

Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 16-14.

 

Hákun gjørdist triðbesti málskjúttin hjá Skanderborg Århus við fimm málum.

 

Skanderborg Århus endar á einum sætta plássi í grundspælinum við 32 stigum.

 

Í endaspælinum verður Skanderborg Århus í bólki 2 saman við GOG, Bjerringbro-Silkeborg og Fredericia. GOG tekur tvey stig við sær í endaspælið, og Bjerringbro-Silkeborg tekur eitt stig við sær í endaspælið. Skanderborg Århus og Fredericia byrja endaspælið við ongum stigi.

 

Fríggjakvøldið 14. apríl tekur Skanderborg Århus móti Bjerringbro-Silkeborg á heimavølli í fyrsta dystinum í endaspælinum.