Hákun West á Teigum skoraði trý mál tá lið hansara, Skanderborg Århus í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vann tepran heimasigur 31-29 á Nordsjællandi.
Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 17-14.
Úrslitið merkir, at Hákun og liðfelagarnir halda fast í fjórða plássinum í deildini.
Skanderborg Århus hevur 24 stig fyri 18 dystir. 11 stig eru upp til suverena oddaliðið, GOG sum ongan dyst hevur tapt enn hetta kappingarárið.
Mikukvøldið spælir Skanderborg Århus útidyst móti Ringsted, ið liggur í niðara endanum á stigatalvuni.