Hákun og liðfelagarnir taptu fyri botnliði

Skanderborg/Århus spældi í dag fyrsta dystin aftaná HM-steðgin

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg/Århus snávaðu í dag móti botnliðnum, Nordsjællandi í útidysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Nordsjælland vann dystin 27-25. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Talan var um fyrsta dystin aftaná HM-steðgin.

 

Hákun gjørdist við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg/Århus.

 

Skanderborg/Århus er nummar seks í deildini við 20 stigum.

 

Komandi týskvøld hevur Skanderborg/Århus heimadyst í EHF European League móti Eurofarm Pellister.