Hákun og liðfelagarnir vunnu fjórða dystin á rað í European League

Skanderborg Århus fekk eina góða upptakt til dystirnar móti Füchse Berlin

Aftaná tríggjar útsigrar á rað skuldi liðið hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg Århus spæla fyrsta heimadystin í EHF European League í kvøld.

 

Dysturin var móti spanska liðnum, Bidasoa Irun. 

 

Lagt var upp til ein rættiliga javnan dyst, men talan gjørdist um ein 38-27 stórsigur til Skanderborg Århus. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 21-13.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í kvøld. 

 

6. desember skal Hákun spæla móti komandi liðnum hjá sær, Füchse Berlin á útivølli, og eina viku seinni vitjar Füchse Berlin heimavøllin hjá Skanderborg Århus. So dysturin í kvøld var ein perfekt upptakt til spennandi uppgerðirnar móti týska stórliðnum.

 

Skanderborg Århus hevur átta stig fyri fýra dystir. Füchse Berlin er á veg til at vinna stórsigur á portugisiska liðnum, Aguas Santas, so tað vera tvey lið við fullum stigatali, átta stigum sum møtast í Berlin um eina viku.