Hákun og liðfelagarnir vunnu sjeynda dystin á rað

Gongdin hjá Skanderborg Århus er framúr góð

Tað gongur væl hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Skanderborg Århus.

 

Skanderborg Århus hevur higartil vunnið fýra av fýra dystum í bólkaspælinum í EHF European League, og í dag vann Skanderborg Århus sjeynda dystin á rað í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Skanderborg Århus vann á heimavølli í dag greiðan 34-24 sigur á Holstebro. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 15-11.

 

Hákun skoraði tvey mál, og legði upp til eitt mál í dagsins dysti.

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 18 stigum.

 

Komandi týskvøld sleppur Hákun at vitja komandi heimavøllin hjá sær, tá Skanderborg Århus skal spæla móti Füchse Berlin á útivølli.