Hákun skoraði fimm mál í dysti í European League

Skanderborg-Århus fekk eitt gott útgangsstøðið á útivølli

Hákun West av Teigum gjørdi tað væl og skoraði fimm mál, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus vunnu 32-31 á svenska liðnum, Kristianstad á útivølli.

 

Í steðginum var Skanderborg-Århus á odda 18-15.

 

Talan var um fyrra dystin millum Skanderborg-Århus og Kristianstad um rættin at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.

 

Skanderborg-Århus hevur sostatt eitt gott útgangsstøðið til dystin á heimavølli komandi týskvøld.