Hákun toppskjútti hjá Skanderborg Århus

Skanderborg Århus hevur gott og væl tryggjað sær pláss í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus spældu í dag útidyst í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Skjern.

 

Skanderborg Århus vann sannførandi 30-20 sigur. Í steðginum vóru Hákun og liðfelagarnir á odda 16-11.

 

Hákun gjørdist saman við Thomas Arnoldsen toppskjútti hjá Skanderborg Århus við sjey málum hvør.

 

Hákun hevur skotið 82 mál í bestu donsku hondbóltsdeildini higartil hetta kappingarárið. 

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 26 stigum nú bert fýra dystir eru eftir at leika í grundspælinum. Skanderborg Århus hevur átta stig niður Holstebro, ið er nummar níggju við 18 stigum.

 

Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið, og við sigrinum í dag hevur Skanderborg Århus gott og væl fingið tryggjað sær pláss í endaspælinum.

 

Nr.Lið: 

Dystir:

 
Stig:
1Aalborg2237
2GOG2237
3Bjerringbro/Silkeborg2234
4KIF Kolding2228
5Skjern2227
6Skanderborg Aarhus2226
7Fredericia2224
8Ribe-Esbjerg2220
9TTH2218
10SønderjyskE2216
11Mors-Thy2213
12Nordsjælland2213
13Lemvig-Thyborøn2212
14HC Midtjylland223

 

Hákun fer nú at ferðast heim til Føroya fyri at fyrireika seg saman við hinum í landsliðshópinum til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia.

 

Dysturin móti Rumenia í høllini á Hálsi í Havn verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.