Hákun vann á Mikkel Hansen

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus vunnu ein flottan sigur á útivølli í Ålborg

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus vunnu ein ótrúliga flottan sigur á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Stóra stjørnan, Mikkel Hansen og liðfelagarnir í Ålborg máttu lúta fyri Skanderborg Århus, ið vann ein greiðan 31-24 sigur.

 

Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 15-11. Tað nærmasta Ålborg kom leiðsluni hjá Skanderborg Århus í seinna hálvleiki, var við støðuna 18-21. Nærri kom Ålborg ikki.

 

Hákun skoraði trý mál í dagsins dysti.

 

Skanderborg Århus er nú nummar sjey í deildini við 16 stigum fyri 15 dystir. Tað gekk trekt í byrjanini, men nú hevur Skanderborg Århus vunnið fýra sigrar á rað. 

 

Týskvøldið spælir Skanderborg Århus aftaná tríggjar útisigrar fyrsta heimadystin í EHF European League. Dysturin verður móti spanska liðnum, Bidasoa Irun.